Norðskáli
Norðskáli | |
Nordskåle (danskt) | |
Bygd | |
Norðskáli
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 312 (2015)[1] |
Postnummur | FO-460 |
Markatal | 04-00-00 |
|
Norðskáli er ein bygd í Eysturoy. Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur søgan nakað aftur í miðøldina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali.
Upprunaligi bøurin liggur frá Stórá og norður á Garðar. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini, Reynið og Tøðuna. Navnið Garðsendi ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá 1789, ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá skotanum Stanley gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av Hvalvík og norður til Eiðis. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tað. Seinni hevur bygdin breitt seg norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti Oyri.
Vøksturin í fólkatalinum má eisini her síggjast í mun til lívsgrundarlagið, sum av álvara batnar aftaná 1800. Nú verða gerðini løgd inn - gerði, ið ikki bara geva húsum navn, men sum eru støðið undir húsarhaldinum saman við útróðri og seinni skipsfiskiskapinum. Hesa tíðina er sostatt neyðugt at fáa inntøkuna frá fleiri síðum til lívsins uppihald. Vár og summar til skips og hitt hálvárið til at velta og annað landbúnaðararbeiði.
Handilsmenn hava hesa tíðina nógvar streingir at spæla uppá. Teir taka ofta ímóti fiski, eiga útróðrarbátar og skip, sum eru inntøkukelda hjá bygdafólkinum. Handilin hevði í nógvum førum postin um hendi, umframt ymsa frakt. Alt hetta gjørdi handilin til ein miðdepil í bygdini, har fólk savnaðist, ikki bert fyri at keypa, men eisini fyri at frætta tíðindi.
Við stóru útbyggingunum innan samferðsluna í 1970-árunum kom Norðskáli at liggja væl fyri í meginøkinum. Hetta hevur verið grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í bygdini, so sum fiskavirki, stoypivirki, innan aling, eins og handils- og tænastuvirksemi. Norðanfyri brúnna um Streymin er vaksið fram eitt handilsøki, sum liggur sera væl fyri í mun til ferðsluæðrarnar í meginøkinum. Fólkatalið er vaksið rættiliga skjótt seinnu árini, og er komið upp um tey hálvttriðjahundrað.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Norðskáli í mai 2013
-
Norðskáli
-
Norðskála kirkja, vígd í 1932
-
Norðskáli
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Sunda kommuna |
---|
Gjógv | Haldórsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |