Jump to content

Michelle Obama

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Michelle Obama
Michelle Obama í 2013
Føddur 17. januar 1964
Illinois Chicago
USA USA
Útbúgving Løgfrøði
Trúgv Protestantisma

Michelle LaVaughn Robinson Obama (fødd 17. januar 1964 í Chicago, IL) er fyrrverandi forsetafrúa í USA. Í 2008 eydnaðist tað Barack Obama at blíva forseti í USA; Michelle bleiv sostatt forsetafrúa í USA. Michelle Obama giftist við Barack Obama í 1992; fimm ár áðrenn hann varð valdur í senatinum fyrstu ferð. Hon er útbúgvin løgfrøðingur (Ph.d.) frá Harvard University og gjørdist advokatur í 1988. Í februar 2010 fór nationala átakið "Let's Move" av bakkastokki við Michelle Obama á odda [1]. Tankin er at lokalir skúlalærarir, læknar, sjúkrasystrar og foreldur í felag skulu lyfta uppgávuna at steðga rákinum at børnini gerast feitari og feitari. Og við hesum sannlíkindi fyri at gerast sjúkari. Herfyri stóð Michelle andlit til andlits við matvøruídnaðinum á ráðstevnu. Tað vóru teir kendu multinationalu matvørurisarnar Kraft Foods, Coca-Cola og onnur, hon hevði heitt á. Hon biðir matídnaðin m.a. lata minni av salti, sukri og feitti í matin og harafturat upplýsa betur um vøruna. Hon heitti inniliga á teimum um at skapa heilt nýggjar matvørur. At skera óneyðuga fyllu burtur og framleiða heilsubetri mat [2].

Í 2012 bergtók Michelle Demokratiska flokkin í USA og restina av USA við eini talu; hetta gjørdi hon við demokratiska konventið í Norðurcarolina. Hon læt millum annað ongan iva vera um, at maður hennara trýr upp á, at kvinnur sjálvar kunnu taka ábyrgd av egnum kroppi.

Kelduávisingar

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið