Jump to content

Leila Solmunde

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Leila Solmunde í Akrabergi í august 2009. Hon vildi vísa á ferðavinnumøguleikar í Suðuroynni fyri fólk við breki.
Leila Solmunde í Sandvík, juni 2009, við standmyndina av Sigmundi Brestissyni. Lítla Dímun hómast í havsbrúnni.

Leila Solmunde (fødd 5. februar 1962 í Trongisvági, deyð 10. mars 2012 í Tórshavn) var forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár[1], og somuleiðis í MBF í 8 ár. Eisini var hon nevndarlimur í Dugna í 8 ár. Sum 18-ára gomul fekk hon staðfest liðagikt[1], sum gjørdi, at hon kom at vera bundin at koyristóli stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapp-politiska økinum. Leila andaðist brádliga av sjúku 10. mars 2012 bert 50 ára gomul. Til jóla 2012 fekk hon posthumt kærleikskúluna 2012 frá Dugna.[2][3] Karin Kjølbro handaði kærleikskúluna til Mourits, sum er einkjumaður eftir Leilu, og helt eina røðu. M.a. siteraði Karin Leilu fyri at siga: "Eg vil tað eg kann, og eg kann, tað eg vil."[4] Leila var ikki ein ið læt brekið forða sær. Hon var virkin og ferðaðist bæði í Føroyum og uttanlands. Hon skrivaði á heimasíðu sínari: "Mítt brek er ongin forðing fyri at njóta lívið".[5]

Foreldur: Jørleif Solmunde úr Søldarfirði og Palma Solmunde, fødd Mortensen úr Trongisvági. Leila giftist Mourits Simonsen úr Fuglafirði, hann er sonur Esmar Simonsen, sum er ættaður av Kirkju og Margrethu Simonsen, fødd Jacobsen ættað av Vatnsoyrum. Tey búsettur á Kambsdali og fingu í 1983 sonin Paula, sum var einasta barn teirra. Ein julimorgun í 2001 vóru tey úti fyri tí stóru sorg at missa einasta barn teirra, tá Pauli doyði í ferðsluvanlukku[1].

Útbúgving

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1979 - Tók realskúlaprógv
  • 1982 - Handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla
  • Tikið einstakar greinar á HH og HF[1]
  1. 1.0 1.1 1.2 1.3 Sivertsen, Rúna (25-06/2004). "Eg síggi ljóst uppá lívið og alt er møguligt". In.fo. https://www.in.fo/news-detail/eg-s-ggi-lj-st-upp-l-vi-og-alt-er-m-guligt. Heintað 15-06/2021. 
  2. Kringvarp.fo Í ár ímyndar sólin Kærleikskúluna
  3. Dugni.fo[deyð leinkja] Kærleikskúlan 2012 - eitt listarligt jólaprýði
  4. MBF.fo[deyð leinkja] Ein heiðurlig viðurkenning til Leilu Solmunde, sála - Lívið skal hava litir. (Kærleikskúlan2012)
  5. Leilasolmunde.com Archived 2007-08-21 at the Wayback Machine Um meg