Osama bin Laden
Osama bin Laden | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 10. mar 1957 í/á Riyadh |
Andaðist | 2. mai 2011 í/á Osama bin Laden's compound in Abbottabad |
Deyðsorsøk | gunshot wound |
Alma mater | King Abdulaziz University, King Abdulaziz University, Al-Thager Model School, Brummana High School, Thomas Sprigg Wootton High School |
Starv | jihadist, byggiverkfrøðingur, vinnulívsfólk, yvirgangsfólk |
Trúgv | Sunni Islam |
Børn | Saad bin Laden, Omar bin Laden, Hamza bin Laden, Abd Allah bin Laden, Khalid bin Laden, Miriam bin Laden, Sumaiya bin Laden |
Foreldur | móðir Hamida al-Attas faðir Mohammed bin Awad bin Laden |
Mál | Enskt mál, Arábiskt mál, Pashto |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000121446819 |
VIAF | 97678624 |
LCAuth | n98940446 |
IMDB | nm1136915 |
Commons | Osama bin Laden |
Osama bin Laden ella Osama bin Muhammad bin 'Awad bin Laden, sum hansara fulla navn er, (f. 10. mars í 1957 í Jeddah, Saudi-Arábia - d. 3. mai 2011 í Abbottabad, Pakistan) er fyrrverandi leiðaranum fyri Al-Qaeda. Sum mastermind í Al-Qaeda bleiv hann heimsins mest jakstraði maður eftir yvirgangsálopið á USA 11. september í 2001.
Síðani 11. september í 2001 hevur bin Laden verið mest jagstraði maðurin í heiminum [1]. Hann er lagdur undir at standa aftan fyri atsóknirnar móti World Trade Center í New York, tá ið umleið 3.000 fólk doyðu. Hann luttók ikki sjálvur í álopinum, men hann verður sagdur at vera ideologurin og fyriskiparin aftan fyri álopið. Undan atsóknini í New York stóð bin Laden eisini aftan fyri álopið á eitt amerikanskt herskip útfyri Jemen, og seinni hevur hann og Al-Qaeda staðið aftan fyri bumbuatsóknir í Madrid [2] og London [3].
Osama bin Laden læt lív 2. mai 2011 í skotbardaga við amerikanskar hermenn í Pakistan.
Deyði hansara
[rætta | rætta wikitekst]Amerikanski herurin hevur leitað eftir Osama Bin Laden líka síðan yvirgangsatsókn ímóti World Trade Center í New York og Pentagon í Washington DC í USA 11. september 2001. Amerikanski forsetin, Barack Obama, bar sjálvur tíðindini fram um, at mest eftirlýsti yvirgangsmaðurin í okkara tíð, Osama bin Laden, er dripin. Í einari beinleiðis sjónvarpsrøðu tíðliga 3. mai 2011 okkara tíð boðaði amerikanski forsetin frá, at tað hevur eydnast amerikanskum herdeildum at taka lívið av bin Laden. Hann var funnin og dripin í einari bygd, 150 kilometrar norðan fyri pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad. Amerikanski forsetin vissaði amerikansku borgararnar um, at tað veruliga er Osama bin Laden, sum amerikansku serdeildirnar hava tikið lívið av. Hann segði, at amerikanarar høvdu líkið av manninum, og at DNA-royndir eru gjørdar, sum prógva, at talan er um heimskenda terroristin [4].
Tað frættist frá amerikanskum keldum, at bin Laden helt til í einum stórum húsum í einum vælhavarabýlingi í Pakistan. Sjálvt álopið, sum Navy Seals-deildirnar stóðu fyri, vardi í 40 minuttir [5]. Eingin amerikanskur hermaður varð skaddur í skotbardaganum. Bin Laden og hansara fólk gjørdu mótstøðu, og seinni hevur tað víst seg, at ein av synum bin Laden, ein trygdarvørður og ein kvinna eisini doyðu undir álopinum. Keldur í Pakistan hava váttað, at amerikanskar deildir gjørdu álop á húsini har bin Laden helt til. Hvussu nógv Pakistan hevur verið uppi í atsóknini vita eygleiðarar ikki, men amerikanarar hava hildið, at pakistanska fregnartænastan á ein ella annan hátt hevur latið upplýsingar farið víðari til Al-Qaeda.
Tá ið bin Laden var skotin, tóku amerikansku serdeildirnar líkið av honum. Eftir hvat amerikanskar keldur siga, so bjóðaðu amerikanarar Saudi-Arabia líkið. Tað vildi Saudi-Arabia ikki hava, og tí er bin Laden grivin til havs. Vesturlendskir stjórnarleiðarar eru fegnir um hendingina, meðan ein talsmaður fyri Al-Qaeda sigur, at hetta onga ávirkan hevur á teirra virksemi. Al-Qaeda fer at halda fram við sínum virksemi, segði talsmaðurin.
Frøi
[rætta | rætta wikitekst]So skjótt tað frættist, at amerikanskir hermenn høvdu gjørt av við Osama bin Laden, savnaðust fólk uttan fyri Hvítu Húsini í Washington DC [6] og á Times Square í New York City [7]. Fólk gingu við amerikanska flagginum og stórum skeltum og sungu tjóðsangin.
Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar fegnast eisini um, at bin Laden er deyður. Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush (R) sigur, at tað, sum er hent í Pakistan, er ein stórur sigur fyri USA [8]. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at deyði bin Ladens hevur stóran týdning fyri trygdina í heiminum. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at tað er ein stórur lætti fyri heimin, at Osama bin Laden er deyður. Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur, at at tað hevur stóran týdning fyri bardagan ímóti yvirgangi, at leiðarin í Al-Qaeda er deyður, men hon leggur tó afturat, at bardagin heldur fram.
Harðskapi
[rætta | rætta wikitekst]USA ávarar allar sínar ríkisborgarar um møgulig hevndarálop eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum. Amerikanska uttanríkisráðið heitir á fólk um at vera varin, um tey ferðast uttan fyri USA. Eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum, er ein ávísur vandi fyri anti-amerikanskum harðskapi, sigur amerikanska uttanríkisráðið [9]. Amerikanskir ríkisborgarar, sum eru í londum, har tað er vandi fyri, at fólk fara at gera seg inn á amerikanarar, verða bidnir um at halda seg innandura, og at halda seg burtur frá mótmælisgongum. Amerikansku sendistovurnar kring heimin kenna seg eisini hóttar, og hava tí sett serlig trygdartiltøk í verk.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". http://www.fbi.gov/wanted/topten/fugitives/laden.htm. Heintað 2008-01-03.
- ↑ "Archive copy". http://gospain.about.com/od/spanishlife/a/madridbombtime.htm. Heintað 2011-05-04.
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/middle_east/4262392.stm
- ↑ "Archive copy". http://news.blogs.cnn.com/2011/05/02/obama-to-make-statment-tonight-subject-unknown/. Heintað 2011-05-04.
- ↑ http://abcnews.go.com/US/osama-bin-laden-dead-navy-seal-team-responsible/story?id=13509739
- ↑ "Archive copy". http://washingtonexaminer.com/local/2011/05/crowds-rejoice-white-house-after-news-bin-ladens-death. Heintað 2011-05-04.
- ↑ http://www.nj.com/news/index.ssf/2011/05/hundreds_gather_at_ground_zero.html
- ↑ http://www.foxnews.com/us/2011/05/02/president-george-w-bush-congratulates-obama-bin-laden-killing/
- ↑ https://archive.is/20130629220823/www.monstersandcritics.com/news/usa/news/article_1636372.php/US-alerts-citizens-abroad-to-danger-after-bin-Laden-death