Henri Matisse
Henri Matisse føddur Henri-Émile-Benoît Matisse (31. desember 1869 – 3. november 1954) var franskur listamálari og grafikari.
Matisse varð føddur í Le Cateau-Cambrésis í Norðurfraklandi, pápi hansara var kornsølumaður. Matisse varð upprunaliga útbúgvin sum løgfrøðingur. Eftir løgfrøðislesnaðin starvaðist hann í nøkur ár á einari advokatskrivstovu og sum frítíðaráhugamál byrjaði hann at tekna. Í 1890 fekk hann blindtarmsbruna, og meðan hann royndi at koma fyri seg aftur eftir sjúkuna, málaði hann sínar fyrstu málningar.
Í oktober 1891 fór hann aftur til Paris fyri at lesa list. Hann royndi at sleppa inn á École des Beaux-Arts í 1892, men kláraði ikki upptøkuroyndina. Síðn fór hann á fleiri málaraskeið og seinni sama ár gjørdist hann næmingur hjá Gustave Moreau. Í mars 1895 eydnaðist tað honum at sleppa inn á École des Beaux-Arts.
Hann giftist í januar 1898 við Amélie Noémie Alexandrine Parayre, tey fingu synirnir Jean (1899) og Pierre (1900). Áðrenn tað átti hann dóttrina Marguerite Emilienne í september 1894.
Tá hann var 25 ára gamal málaði hann eina mynd sum eitur ”La liseuse” / ”Lesandi kvinna”, sum gjørdi hann kendan orsakað av tí einfalda stílinum, sum hann málaði við. Hann gekk høgt upp í komposisjón og brúkti sterkir litir. Hann hevði sín egna listaskúla tíðarskeiðið 1908-1911. Seinni ferðaðist hann runt í Evropa og Afrika har hann sýndi verk síni fram.
Eftir seinna heimskríggj gjørdist Matisse sjúkur av krabbameini og kundi tí ikki standa við sítt staffeli og mála. Tí fór hann í gongd við at klippa og klistra myndir / découpage, sum hann eisini gjørdist kendur fyri. Hann hevði eitt hjálparfólk at hjálpa sær við hesum arbeiðnum. Hann helt fram við at klippa og klistra til hann andaðist í Nice hin 3. november 1954. Hann gjørdist 84 ára gamal.
Í Nice er eitt Henri Matisse savn í býarpartinum Cimiez, 164 Av. des Arènes de Cimiez, har ið útgrevstir frá fornøldini eisini eru at finna.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]