Jump to content

Holokaust

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Holokaust (úr griskum ὁλόκαυστος holókaustos: hólos, "heilt" and kaustós, "brent", tað vil siga katastrofa) var útreinskanin av evropeiskum jødum, sum fór fram frá 1933 til 2. heimsbardagi endaði í 1945, framt av týska statinum undir leiðslu av nazi-leiðaranum Adolf Hitler. Holocaust er ein av mest umtalaðu hendingum nakrantíð. Undir krígnum vóru umleið 6 000 000 jødar dripnir, og hetta var næstan 60 % av øllum jødum, ið livdu tá. At hata jødar er nakað, ið ikki byrjaði í Týsklandi, tá ið Adolf Hitler kom til valdi, hetta byrjaði langt áðrenn í heimssøguni. Hetta var heldur ikki nakað týskt "fænomen" at hata jødarnar. Eitt rótgrógvið hat ímóti jødunum er eisini at síggja í skriftunum hjá Martini Luther, og hetta var eisini ein týdningarmikil partur av sjálvsfatanini hjá teimum kristnu.

Síðan tað, í tí meira ”moderna” samfelagnum, tað vil siga aftaná ár 1800, eru jødarnir hjá mongum fólkum blivnir fataðir sum ein bumsur ella pirra á samfelags-kroppinum. Har eru fleiri felagskapir settir í stovn, tann størsti av teimum er nokk nazistaflokkurin. Nazistaflokkurin við Adolf Hitler á odda, kom til ræði í Týsklandi í ár 1933. Nazistarnir dugdu væl at "selja" seg, og skjótt vóru teir blivnir sera væl dámdir víða um. Teir fingu skaffað fleiri túsind fólkum arbeiði, av tí at motorvegur var settur í gerð. Teir søgdu, at hetta fór at betra um sambandið, og tað fór tað nú eisini, men størsta grundin var nokk tí, at tað skuldi vera lættari at transportera tanks, herðbilar, hermenn og annað, ið skuldi brúkast til kríggið nøkur ár seinni.

Men jú longur nazistarnir sita við valdið, jú meira eyðsýndir vera teir. Her byrjar at henda okkurt. Hitler byrjar at byggja sær ein herð, ein herð, sum vil nakað við alskyns kampvognum. Eisini verður gjørt um seg millum fólkið, har ein ávísur missmunur verður. Her er tað serliga jødarnir, ið eru hart raktir. Har verður sett forboð fyri teimum mong støð, har verða vístar ræðumyndir av jødunum, har ið teir vera lýstir sum nakað ringt. Og hetta verður verri og verri, jødarnir vera viðfarnir sum dýr! Og tá er tað, at kríggið byrjar.

1. september í 1939 leypa týskararnir á Pólland, og so er allur heimurin í kríggi. Og tá koma nazistarnir út við øllum um jødarnar. Teir vilja hava eitt stóra-Týskland uttan jødar, vilja beina fyri jødunum. Nógvar og stórar legur vóru bygdar, har ið jødarnir vóru sendir fyri at arbeiða og drepast. Ikki bert jødar blivu dripnir, eisini evnaveik, myrk fólk, fólk ið hoyrdi til Jehova Vitni, samkynd, slavur og russar. Tok koyrdu í hópatali út í mongu legurnar, ið lógu spjaddar runt í londum eystan fyri Týskland, lond sum Pólland, Russland, Eysturríki og Kekkia. Tokini vóru meira enn full hvørja ferð tey fóru, og tað var sum oftast sera langar ferðir, við hvørki vátum ella turrum, so mong doyðu á ferðini.

Tað var hart at liva í legunum, lívskorini vóru ikki góð. Lítið at eta, vánalig støð at sova í og hart arbeiði. Og fleiri túsind fólk blivu dripin hvønn dag. Tá ið kríggið endaði í juni mánaði í 1945, vóru næstan 6 000 000 jødar blivnir dripnir.

“Final Solution/Die Endlösung” – kalladist tann endaliga “loysnin” hjá Týsklandi sum var um at drepa/útrudda allir jødar í Evropa. Úttrykkid vard brúkt til Wannsee-konferensuna í Berlin 20. januar 1942 har týskir embætismenn kjakadust um gjøgnumførsluna av hesi ætlan.

Hvussu vistu týskarar hvør var jødi?

[rætta | rætta wikitekst]

Tann 14. november 1935 sendu nasistarnar hesa definitiónina av einum jøda út: Ein og hvør við trimum ella tveimum jødiskum ommum og abbum, sum hoyrdu til tað jødiska samfelagið t. 15. september 1935, ella aftaná tað; var giftur við einum jøda ella jødindu t. 15. september 1935, ella aftaná tað; var avkomin av einum parlagi ella einum ”útumsparlags-sambandi” vid einum jøda 15. september 1935, ella aftaná tað.

Líkasum við nasismuni byrjaðu arbeiðslegurnar sum nakað sum skuldi fyristilla øgiliga gott, sunt og vinaligt. Tað varð lýst við familjuuppihaldi, og gott hjá børnum at stuttleika sær. Men soleiðis var ikki, og legurnar vórðu størri, fleiri og ógvusligari og vundu skjótt uppá seg. Eitt gott dømi um, hvussu lætt tad er at blenda fólk á slíkan hátt, uttan tey faktiskt vita hvat tey gera, er filmurin: ”Die Welle”. Arbeiðslegurnar vórðu harðar, umstøðurnar ringar, og arbeitt varð ógvuliga hart hvønn dag. Ein deyðslega er ein konsentratónslega við tólum specielt sniðgjørd til systematiskt morð. Tær vóru ræðuligar, tí nasistar hungraðu, misbrúktu og drupu óskyldig fólk. Nasistar hildu ikki jødar vera menniskju, men frá aðrari planet.

Frá 1933 til 1945 bygdu týsku nasistarnar umleið 20.000 legur til at fongsla offur. Tey fólkini, sum vóru offur, vórðu fysiskt konsentrerað á legunum. Í 1939 lótu nasistar upp “tvungnar” arbeiðslegur, og folk í túsundtali fóru at doyggja av møði, svongd og eksponering.

Deyðs- og arbeiðslegurnar vóru mangar, men tær størstu, sum vóru í Pólandi, vóru:

  • Auschwitz II (Auschwitz-Birkenau) (1.100.000 offur)
  • Chełmno-------- (320.000 offur)
  • Belzec---------- (600.000 offur)
  • Majdanek ------ (360.000 offur)
  • Sobibor--------- (250.000 offur)
  • Treblinka------- (700.000 offur í 1942, men legan var virkin inntil 43, so talið hevur verið væl hægri)

Hvussu nógv vóru jødiski ofrini tilsamans? Tað er ómøguligt at siga neyvt, hvussu nógv doyðu undir holocaust, men tey flestu eru einig um eitt tal á umleið 6 milliónir jødar.

Hvørji vórðu hótt? Granskarir og fólk meina, at Holocaust ikki bert var jødaforfylging. Nasistarnar vóru eisini eftir fólki úr mongum øðrum bólkum, sum t.d. sigøjnarar, sovjetiskir krígsfangar, alment pólskt og serbiskt fólk, samkynd, folk við breki, Jehova vitni og aðrir politiskir og religiøsir flokkar - um tey so vóru týsk ella ikki - ið vóru mótstøðufólk, ”anti-sosial” t.d. biddarar, vagabondar og gøtuseljarar. Telir man hesi við, hava offrini verið millum 11 til 17 milliónir fólk. Ein onnur kelda sigur eisini, hesi fólkini, sum vórðu dripin av aðrari orsøk enn jødauppruna vóru 5 milliónir, so t.v.s. ca. 11 milliónir tilsamans.

Minningardagar

[rætta | rætta wikitekst]

Teir dagarnar til minnis um offrini av holocaust er árliga 8-daga tíðarskeiðið, sum er valt av Sameindu Tjódum, at hjálpa borgarum at minnast og læra av holocaust. Tað árliga tíðarskeiðið, sum vanliga byrjar sunnudagin áðrenn ta jødisku traditiónina Yom Hashoah, heldur fram gjøgnum tann komandi sunnudagin, vanligvís í apríl ella mai. The United States Holocaust Memorial Museum hevur eitt tema hvørt ár, og útgeva ymsir lutir og tilfar til at stuðla og gera ein innsats. Tad er ógvuliga týdningarmikið, at vit, aftaná slíkar katastrofur, ongantíd gloyma hvat hendi og læra av teimum feilum, sum tey gjørdu tá, so teir ikki henda aftur.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið