Franska Polynesia
| |||
Tjóðarslagorð: "Liberté, Égalité, Fraternité" | |||
Tjóðsangur: "La Marseillaise" | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Pape'ete | ||
Forseti | François Hollande | ||
Varaforseti | Édouard Fritch | ||
Fullveldi | Einki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
4,167 km² 12,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
268,270 76/km² | ||
Gjaldoyra | CFP-frankur | ||
Tíðarøki | UTC -10, −9:30, -9 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pf | ||
Telefonkota | +689
| ||
Franska Polynesia er oyggjaflokkur, ið telur 121 oyggjar í Polynesia. Oyggjarnar eru grønar og vakurt vallaðar við bergtakandi strond. Pape'ete er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tahiti, sum er tann størsta oyggin. Franska Polynesia hava umleið 291.000 íbúgvar í 2015. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Málið er franskt.
Kjarnorkuspreingingar
[rætta | rætta wikitekst]Ein stórur vandi fyri umhvørvið í Osiania eru kjarnorkuroyndarspreingingarnar hjá m.a. Fraklandi og USA á oyggjabólkunum Mururoa og Bikini í Kyrrahavinum. Tær hava gjørt, at tað er ikki longur búgvandi á nógvum av oyggjunum. Í 1960-árunum avgjørdi Frakland at nýta koralloynna Mururoa sum royndarstøð at spreingja kjarnorkubumbur á. Har hava verið meira enn hundrað royndarspreingingar við kjarnorkubumbum. Sagt varð, at hetta var ikki vandamikið. Men fólk í hópatali hava verið noydd at flyta heiman, og 170.000 fólk hava verið í so nógvum geislavirkni, at tað kann vera heilsuskaðiligt. Mururoa-atollin í Fronskum Polynesia varð nýtt sum royndarøki, har Frakland gjørdi royndarspreingingar við kjarnorkubumbum í árunum frá 1966 til 1996. Spreingingarnar elvdu til álvarsom mótmæli kring allan heim.
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar