Føroyahávur
Føroyahávur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Føroyahávur (frøðiheiti - Scymnodon obscurus; en.: Smallmouth velvet dogfish, fr.: Squalegrogneur quene échancré, ís.: Færeyjaháfur). Føroyahávur kann gerast í minsta lagi 80 cm langur. Hann er botnfiskur og miðsjóvarfiskur, úr 200 m og djúpari. Tað er óvist, hvussu djúpt hann fer, men møguliga niður á 1450 m. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar og lítlan pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Tann fremra situr mitt á kinum. Hin aftara er heldur størri enn tann fremra og kemur ikki aftur móti stertinum. Hann hevur smalar uggafjaðrar, sum ikki røkka aftur til fremru ryggfjøður. Miðjan á búkfjaðrafestunum situr undir fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er stuttur við stórum, rundum skarði millum ovara og niðara stertablað. Høvdið er um 23 % av heildarlongdini. Hann hevur 5 smáar táknarivur framman fyri uggafjaðrarnar. Gronin er eitt sindur longri enn kjaftbreiddin.
Hann er smidligur fiskur. Miðjan á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Aftari endi á búkfjaðrafestinum er mitt undir aftaru ryggfjøður. Íslendskir fiskifrøðingar góvu hesum hávi navnið færeyjaháfur.