Aleksander Nevskij
Appearance
Sankta Aleksander Nevskij (Алекса́ндр Яросла́вич Не́вский á russiskum; umskrivað: Aleksandr Jaroslavitsj Nevskij) (føddur 30. mai 1220, deyður 14. november 1263) var stórfúrsti av Novgorod og Vladimir í einum sera tórførum tíðarskeiði í russiskari søgu. Hann verður ofta lýstur sum ein frontfigurur í miðaldar-Russlandi, og er eitt nú kendur fyri at hava staðið á odda fyri týðandi hernaðarligum sigrum yvir herjandi týskum herum og Gylta riðilinum.