Útnorðurráðið
Útnorðurráðið er eitt Tingmannaráð, ið tey trý londini í útnyrðingshorninum av Norðuratlanshavinum Føroyar, Ísland og Grønland eru limir í. Árligi ársfundurin er hægsti myndugleiki Útnroðurráðsins. Í 1999 avgørdi ráðið, at upprætta eina bókmentavirðisløn, sum skuldi latast einari bók úr einum av teimum trimum londunum í Útnorði, sum er skrivað til børn og/ella ung. Henda bókmentavirðisløn er á 60.000 kr. og varð fyrstu ferð latin í august 2002. Virðislønin verður latin annað hvørt ár og verður nevnd: Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.[1]
Stevna
[rætta | rætta wikitekst]Endamálið hjá Útnorðurráðnum er:[2]
- at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri
- Saman at varða av tingfeingi og menan í londunum í útnorðri, hjálpa til at menna áhugamál í útnorðri um stjórnir og landsstýri, ikki minst, tá ið álvarsom mál stinga seg upp um, hvussu tilfeingið skal verða skipað, dálkan o.a.
- Fremja samstarv hjá stjórnum og landsstýrum í útnorðri.
- At arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í útnorðri í norðurlendskum samstarvi.
- Vera millumliður at røkja tingsamstarv
Formenn
[rætta | rætta wikitekst]- Lars Emil Johansen 2015–nú[3]
- Bill Justinussen 2014–2015[4]
- Unnur Brá Konráðsdóttir 2013–2014
- Josef Motzfeldt 2012–2013
- Kári P. Højgaard 2011–2012
- Ólína Þorvarðardóttir 2010–2011
- Josef Motzfeldt 2009–2010
- Henrik Old 2005–2006
- Birgir Ármannsson 2004–2005
- Jonathan Motzfeldt 2003–2004
- Jógvan á Lakjuni 2002–2003
- Hjálmar Árnason 2001–2002
- Ole Lynge 2000–2001
- Jógvan Durhuus 1999–2000
- Ísólfur Gylfi Pálmason 1998–1999
- Jonathan Motzfeldt 1994–1995
- Lisbeth L. Petersen 1993–1994
- Steingrímur J. Sigfússon 1992–1993
- Jonathan Motzfeldt 1991–1992
- Karin Kjølbro 1990–1991
- Friðjón Þórðarson 1989–1990
- Preben Lange 1988–1989
- Hans Jacob Debes 1987–1988
- Páll Pétursson 1986–1987
Árligir fundir í Útnorðurráðnum
[rætta | rætta wikitekst]Ársfundurin 2005
[rætta | rætta wikitekst]21. Ársfundur Útnorðurráðsins, Ísafjörður, Ísland Formaður: Henrik Old, FO (2005/06)[5]
Fundarluttakarar úr Grønlandi
[rætta | rætta wikitekst]- Jonathan Motzfeldt
- Ruth Heilmann
- Anthon Frederiksen
- Doris Jakobsen
- Ellen Christoffersen
- Kuupik Kleist
Fundarluttakarar úr Íslandi
[rætta | rætta wikitekst]- Birgir Ármannsson/ frá oktober 2005:
- Halldór Blöndal,
- Hjálmar Árnason,
- Guðrún Ögmundsdóttir,
- (Kjartan Ólafsson)/ frá oktober 2005: Sigurrós Þorgrímsdóttir,
- Anna Kristín Gunnarsdóttir og
- Magnús Þór Hafsteinsson / frá oktober 2005: Sigurjón Þórðarson
Fundarluttakarar úr Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Føroyskir limir í Útnorðurráðnum 2008-09
[rætta | rætta wikitekst]Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[6] Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:
- Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum
- Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum
- Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum
- Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi
- Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum
- Jenis av Rana úr Miðflokkinum
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Vestnordisk.is". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-05-17. https://web.archive.org/web/20130517192006/http://www.vestnordisk.is/id/1443. Heintað 2013-05-05.
- ↑ "Vestnordisk.is, Stevna ráðsins er". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-17. https://web.archive.org/web/20110717182852/http://www.vestnordisk.is/id/1397. Heintað 2011-11-11.
- ↑ Patursson, Steinar (13 August 2015). "Lars Emil Johansen formaður í Útnorðurráðnum" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/lars+emil+johansen+formadur+i+utnordurradnum.html. Heintað 10 April 2016.
- ↑ Eidesgaard, Marin (6 September 2014). "Nýggjur formaður í Útnorðurráðnum" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/nyggjur+formadur+i+utnordurradnum.html. Heintað 10 April 2016.
- ↑ "Vestnordisk.is". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-18. https://archive.today/20120918015808/http://www.vestnordisk.is/id/1395. Heintað 2011-11-11.
- ↑ Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.