Plutonium
| |||||||||||||||||||||||
|
Ikki at verða blandað saman við Polonium
Plutonium (st. Pu) er eitt geislavirkið frumevni, og er nummar 94 í skeiðbundnu skipaninini. Tað er eitt aktinid metal, og hevur eina silvur-grá farvu, ið verður bleyttað, tá tað kemur í samband við luft, og skapar eitt keðiligt lag, tá tað verður oxiderað. Frumevnið hevur vanliga seks allotropir og fýra oxidatións-støðir. Tað kann reagera við Carbon, Halogenir, Nitrogen, Silikon, og Hydrogen. Tá ið plutonium er í samband við fuktugt luft, skapar tað oxidir og hydridir, sum kunnu víðka støddina á metalið upp til 70% í voluma, og flykra so av sum eitt pulvur, ið er pyroforiskt. Tað er geislavirkið og kann samlast upp í beinini, sum ger handfaringina av evninum farligt.
Plutonium var fyrstu ferð syntetiskt-framleitt og isolerað seint í 1940 og tíðiliga í 1941. Tað var framleitt við einari samanbresting av deutoron og uran-238 í tí 1.5 metur langa syklotronina hjá University of California, Berkeley. First var neptunium-238 syntetiskt-framleitt, sum so beta-fánaði til ta nýggja frumevnið við atomiskari nummari 94, og við atomiskari vektina 238. Av tí at uran var navngivið eftir gongustjørnuni Uranus, og neptunium var navngivið eftir gongustjørnuni Neptun, var frumevnið nummar 94 navngivið efitr Pluto sum tá var hildið at verða ein gongustjørna. Av tí at kríggj var, høvdu tey á University of California ikki loyvi at kunngerða uppdagingina fyrr enn 1948.
Plutonium er ta frumevni, ið hevur hægsta atomiska-nummari úti í náttúruni. Smáar mongdir av plutonium, finnast í náttúrligum uran-238 málmi, tá uran-238 fangar neutronir frá fáningina av øðrum uran-238 atomum.
Bæði plutonium-239 og plutonium-241 eru fissil, sum vil siga, at tær klára at halda eina kjarn-ketu-reaktión, sum man kann so nýta í kjarnorkuvápn og kjarnorkureaktorar. Plutonium-240 hevur eina høga spontana-fissión, sum hækkar neutron-fluxið í tí ílati, sum inniheldur isotopið. Nøgdin av plutonium-240 í eitt sett av plutonium, avmarkar hvørja nýtslu ta plutoniumi kann hava, fyri vápn ella kvalitetin sum reaktorbrennievni. Prosent-talið av plutonium-240 ásetir hvat fyri stig (ens. Grade), ta plutonium'i hevur (vápna-stig, brennievni-stig ella reaktor-stig). Plutonium-238 hevur eitt helvtar-tíð pá 87.7 á, og geislar alpha partiklar. Ta er ein hita kelda í radioisotop termoelektriskar generatorar, sum verða brúkt til at veita streym til nøkur rúmdarfar. Plutonium isotopar eru dýrar og tvørlig at seperera, so ávísar isotopir verða vanliga framleitt í serligar-reaktorar.
At framleiða plutonium í brúkiligum nøgdum fyri fyrstu ferð var ein stórur partur av Manhattan-verkætlanini undir seinna heimsbardaga, har fyrstu atombomburnar vórðu gjørdar. "Fat Man" bumburnar, ið vóru brúktar í Trinity royndini í Juli 1945, og í bumbungini av Nagasaki í August 1945, høvdu plutonium kjarnir.