Jump to content

Trongisvágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trongisvágur
Trangisvåg (danskt)
Bygd
Trongisvágur
Trongisvágur
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Tvøroyrar kommuna
Íbúgvar 506 (2015)[1]
Postnummur FO-826
Markatal 24-03-00

Trongisvágur er ein bygd í Suðuroynni, sum hoyrir til Tvøroyrar Kommunu. Trongisvágur er tó eldri bygd enn Tvøroyri. Tvøroyri varð ikki bygt fyrr enn í 1830'unum, tá Kongaligi Einahandilin læt upp krambúð á Tvøroyri. Trongisvágur liggur rundan um Trongisvágsfjørð, bygdin gongur næstan heilt út til Hvítanes á norðaru síðu av fjørðinum, runt um fjørðin, suður um fjørðin til áleið har sum Drelnes er (har sum Saltsiloin er). Ferjulegan hjá Smyrli eitur Krambatangi og er beint eystanfyri Trongisvág á syðra armi av Trongisvágsfirði. Grannabygdin fyri sunnan er Øravík. Ein ítróttarhøll er í Trongisvági, har er eisini Trongisvágs Skúli, ein kantina og barnaansing hjá Tvøroyar Kommunu. Fleiri ítróttarfeløg venja og spæla dystir í ítróttarhøllini, m.a. flogbóltsfelagið TB[2], borðtennisfelagið TBF[3] og TB hondbóltur og TB innandura fótbóltur. Nevnast kann eisini, at fleiri kendir TBarar eru úr Trongisvági. Kampingpláss er á parkeringsøkinum sunnanfyri ítróttarhøllina, tað er væl vitjað í summarhálvuni.[4]

Viðarlundin í Trongisvági

[rætta | rætta wikitekst]

Á veg til Hvalbiartunnilin koyrir ein framvið Viðarlundini í Trongisvági. Viðarlundin er sera hugnalig. Har rennur ein á gjøgnum viðarlundina, gøtur eru gjørdar inni í viðarlundini og benkur og grillir eru settar upp, so fólk kunnu hugna sær har.

  1. Hagstova.fo
  2. "TBFlogboltur.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-02-01. https://web.archive.org/web/20110201162427/http://tbflogboltur.com/. Heintað 2010-11-21. 
  3. "TBF.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-01-29. https://web.archive.org/web/20100129132533/http://www.tbf.fo/. Heintað 2010-11-21. 
  4. "Visitsuduroy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305060140/http://www.visitsuduroy.fo/index.asp?pID=%7B884BB094-87FE-4C32-ABDE-B796C93EF3ED%7D. Heintað 2010-11-21. 

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið