Summartíð
Summartíð er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki.
Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og Týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. mai sama árið.
Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmark síðani 1980. Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í "Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.
Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið.