Somalia
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Soomaaliyeey Toosoow | |||
Alment mál | Somaliskt | ||
Høvuðsstaður | Mogadishu | ||
Forseti | Mohamed Abdullahi Mohamed | ||
Forsætisráðharri | Mohamed Hussein Roble | ||
Fullveldi | 1. juli 1960 (frá Italia) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
637,661 km² 1,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
10,000,000 13/km² | ||
Gjaldoyra | Somaliskur shillingur (SOS) | ||
Tíðarøki | UTC 3+ | ||
Økisnavn á alnetinum | .so | ||
Telefonkota | +252
| ||
Somalia (Somaliskt: Soomaaliya) er eitt land í Eysturafrika. Høvuðsstaður er Mogadishu, londinum hevur umleið 9 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er somaliskt. Sjórænarar herja á havinum uttanfyri Somalia, og teir vinna milliónir av krónum uppá hetta brotsmannavirksemið.
Oyðimarkarlendið í Somalia er nógv vaksið seinastu árini. Fátækir bøndur brendu skógin at fáa dyrkilendi ella beitilendi. Teir gróðursettu ikki trø aftur, og tí gjørdu teir landið til oyðimørk og beindu fyri lívsgrundarlagið sínum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Somalia vann sær sjálvræði frá Italia í 1960, men illa gekst at fáa frið í lag í hesum margbroytta landi, sum hevur so ríka søgu at líta aftur á.
Í 1969 tók Siad Barre forseti valdið og setti hernaðarstýri á stovn í Somalia. Í 1988 gjørdi somalska frælsisrørslan (SNM) uppreistur ímóti einræðisstýrinum. Herdeildir hjá Siad Barre bardu uppreisturin niður, men aðrir uppreistrarbólkar komu uppí, og í 1991 tóku uppreistrarlið seg inn í høvuðsstaðin, Mogadishu, og Barre flýddi til Kenja.
Í 1991 brast á herviligt borgarakríggj, ið elvdi til ræðuliga hungursneyð, og at Somalia varð syndrað stjórnarliga. Síðan borgarakríggið brast á , hava túsundtals somaliar búð í flóttafólkalegum, har tryggari er at vera, og teir fáa mat og tak yvir høvdið. ST skipaði fyri stórtøknari matvøruhjálp, men hon kom ikki fram til tey neyðstøddu, tí at ættirnar, ið kríggjaðust, rændu matvøruna. Um ein mió flóttafólk eru í grannalondunum, og tey fara valla heim aftur, fyrr enn friður er fingin í lag.
Eitt fleirtjóðaherlið við Sambansríki Amerika á odda gjørdi innrás í 1993, og vápnahvíld varð fingin í lag.
Yvirgangsálop í 2017
[rætta | rætta wikitekst]14. oktober 2017 vóru tvær ógvusligar bumbuspreingingar í Mogadishu, sum gjørdu av við fleiri enn 300 fólk, og særdu yvir 200 onnur. Hetta er blóðugasta álopið í tíggju ár í Somalia. Talan er um ógvusligastu atsóknina, síðani ein islamistiskur bólkur byrjaði ein uppreistur í 2007. Løgreglan upplýsir, at tann fyrra bumban brast við eitt gistingarhús í miðbýnum, har eisini fleiri stjórnarbygningar eru. Hotellið varð lagt í oyði av spreingingini. Tveir tímar seinni brast ein onnur bumba í einum øðrum býarparti. Ongin hevur tikið ábyrgdina av bumbuni, men somaliska stjórnin er ikki í iva um, at víðgongdi muslimski hernaðarligi felagsskapurin, al-Shaabaab, stendur aftanfyri.[1][2]
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Somalia hevur í mong ár ligið at kalla í stjórnarloysi, men víðgongdir islamskir bólkar hava vunnið sær stórt vald í landinum. Kendastur av hesum bólkum er Hizbul al-Islam, ið verður hildin at hava tætt tilknýti til Al-Qaeda.
Sambært eini kanning gjørd av Transparency International í 2013 eru Somalia, Norðurkorea og Afganistan tey mest korruptu londini í heiminum. Kanningin hevur ein skala 0 til 100, har 0 sigur at almenni geirin í landinum er sera korruptur, meðan 100 sigur at hann er reinur. Av teimum 177 londunum sum eru við í kanningini eru meira enn tveir triðingar undir 50-talið. Somalia og Norðurkorea hava t.d. eitt úrslit á 8. "Øll hesi londini standa yvir fyri hóttanini vi korrupsjón allastaðni í stjórnini. Tað kann vera alt frá at deila út lokal loyvir til tað at halda lógir", sigur Huguette Labelle, stýrisleiðari í Transparency International í einum tíðindaskrivi [3].