Justin Bieber
Justin Drew Bieber føddur 1. mars 1994, er ein kanadiskur pop/R&B sangari, sangskrivari og filmstjørna. Bieber bleiv funnin í 2008 av Scooter Braun, sum fann hann í gjøgnum kykmyndir á Youtube, seinni bleiv hann hansara manager. Braun arangeraði ein fund fyri hann við Usher í Atlanta, Georgia, og Usher var skjótur at undirskriva Justin til Raymond Braun Media Group (RBMG) eitt felags Mediuselskap ímillum Usher og Braun, og eina uptakandi kontrakt við island Records tilboði av L.A Reid.
Bieber'sa debut var stakfløvan, "One time", hon varð givin út í 2009 og kom í top 10 í Kanada, og kortlagt í top 30 í fleiri altjóða marknaðum. Hansara debut fløga, "My World", kom í november 2009, og seinni vann fløvan platin í USA. Hann gjørdist tann fyrsti artisturin sum hevði 7 sangir frá einari debut fløgu á hittlista á Billboard Hot 100. Bieber'sa fyrsta studiofløga, "My World 2.0", bleiv útgivin í mars 2010 og debuteraði í top 10 listum í fleiri londum og varð certifisera platin í USA. Síðan kom tað globala top 10 staklagið, "Baby". Musikk kykmyndinin av "Baby" var tað mest vísta og mest umrødda Youtube-video stutt eftir at tað kom út. Bieber fylgdi við í útgávuni av hansara debutfløgu við sínum fyrsta høvuðsnavnaturné. My World Turné, tær remix'aðu fløgurnar. My Worlds Acoustic og Never Say Never- remixini, og 3D film-konsert filmurin, Justin Bieber Never Say Never- sum hevði eitt upplatingar vikuskifti, sum næstan var tað størsta upplatingar vikuskifti fyri ein konsert-film. Bieber útgav sína aðru studiufløgu, "Under the Mistletoe" í november 2011 sum debuteraði sum nummar eitt í Billboard 200.
Bieber er blivin tilnevndur og hevur vunnið eina langa røð av virðislønum. Til dømis vann hann heiðurin Ársins Artistur 2010 á American Music Awards, og bleiv nomineraður sum Besti nýggi artistur og Best Pop Vocal Album í 53rd Grammy Awards. Bieber verður sæddur sum eitt tannáringa idol (fyrimynd).
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- My World 2.0 (2010)
- Under the Mistletoe (2011)
- Believe (2012)
- Believe Acoustic (2013)
- Journals (EP) (2013)
- Purpose (2015)
- Changes (2020)
- Justice (2021)
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]