Haraldssund
Haraldssund | |
Haraldsund (danskt) | |
Bygd | |
Haraldssund
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kunoy |
Kommuna | Kunoyar kommuna |
Íbúgvar | 58 (2015)[1] |
Postnummur | FO-785 |
Markatal | 16-00-00 mk.gl.sk. |
|
Haraldssund er ein bygd sunnarlaga á eystursíðuni á Kunoynni út móti sundinum við sama navni. Haraldssund var kyndilsmessubygd, tað er, at har varð dansað á kyndilsmessu. Úr Haraldssundi er søgnin Rasmus í Haraldssundi og huldumaðurin. Í Haraldsundi búgva umleið 70 fólk.
Í Haraldssundi er onki vinnuligt virksemi uttan landbúnaður, ella rættari sagt seyðahald. Eftir bardagalok í 1945 keyptu haraldssundsmenn ein 20 tons stóran útróðrarbát, sum var knýttur at bygdini í eini 20 ár. Báturin, sum æt Brimnes, lá vanliga fyri teymi beint út fyri bygdini. Haraldssundsmenn róðu annars dúgliga út við Brimnesi hesi árini. Seinni í tíðini var eitt ídnaðarvirki í bygdini sum framleiddi arbeiðshandskar.
Í Haraldssundi er gamla bygdin við tveimum býlingum, Heimi í Húsi og Suðuri á Bakka, og so ein nýggjur býlingur, ið verður nevndur á Leiti. Býlingurin liggur omanfyri og sunnanfyri gomlu bygdina. Í gomlu bygdini eru 10 hús og á Leiti eru 11 hús. Skúlin í Haraldssundi er bygdur í 1930. Fyri nøkrum árum síðani varð eitt sera snotuligt bygdarhús bygt í Haraldssundi. Har kann borðreiðast fyri eini 200 fólkum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]