B.B. King
B.B. King | |
---|---|
King á North Sea Jazz Festival í 2009. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | Riley B. King |
Fødd/ur |
Berclair, Mississippi, USA | 16. september 1925
Uppruni | Memphis, Tennessee, USA |
Andaðist |
14. mai 2015 Las Vegas, Nevada, USA | (aldur 89)
Sjangrur | |
Størv |
|
Ljóðføri |
|
Ár virkin | 1948–2015 |
Plátufeløg | |
Luttøka við øðrum | |
Heimasíða | bbking.com |
Týðandi ljóðføri | |
Gibson ES-355 ("Lucille") |
Riley B. "B.B." King (føddur 16. september 1925 , deyður 14. mai 2015) var ein amerikanskur blues sangari, sangskrivari, tónleikari, plátuframleiðari og sjónleikari.
Rolling Stone setti King sum nummar 6 á teirra lista í 2011 yvir 100 bestu gittarleikarar allar tíðir.[2] King innførdi ein framkomnan stíl av solospæli við støði í flótandi string bending og shimmering vibrato ið seinni hevur ávirkað nógvar elektriskir blues gittarleikarar.[3] King gjørdist partur av Rock and Roll Hall of Fame í 1987 og verður mettur at vera ein av teimum mest ávirkandi blues tónleikarum allar tíðir, hann fekk eisini kelinavnið "The King of the Blues", og ein av teimum "Three Kings of the Blues Guitar" saman við Albert og Freddie.[4][5][6] King var kendur fyri at framføra uttan at gerast troyttur gjøgnum alla tónleikayrkisleið sína, hann framførdi á meira enn 200 konsertum um árið í meðal til hann var komin upp í 70-árini. Í 1956 luttók hann í 342 framførslum.[7]
King andaðist 89 ára gamal í Las Vegas, Nevada hin 14. mai 2015 orsakað av fylgdarsjúkum til Alzheimers sjúku umframt hjartasvík og fylgdarsjúkum til sukursjúku.[8]
Seinastu framførslurnar
[rætta | rætta wikitekst]King var virkin tónleikari líka til hann doyði. Hin 21. februar 2012 var King millum tey ið framførdu á tiltakinum "In Performance at the White House: Red, White and Blues", har Barack Obama forseti sang ein part av "Sweet Home Chicago".[9] Hin 5. juli 2012 framførdi King á einari konsert á Byblos International Festival í Libanon.[10] Hin 26. mai 2013 spældi hann á New Orleans Jazz Festival. Hin 3. oktober 2014 spældi hann á House of Blues í Chicago, Illinois, men noyddist at gevast, og ein lækni staðfesti, at hann var dehydreraður og útlúgvaður. Hann varð noyddur at avlýsa ætlaðar konsertir tað ið av eftir av 2014.
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Singin' the Blues (1956)[11]
- The Blues (1958)
- B.B. King Wails (1959)
- King of the Blues (1960)
- Sings Spirituals (1960)
- The Great B.B. King (1960)
- My Kind of Blues (1961)
- Blues For Me (1961)
- Blues in My Heart (1962)
- Easy Listening Blues (1962)
- B.B. King (1963)
- Mr. Blues (1963)
- Confessin' the Blues (1966)
- Blues on Top of Blues (1968)
- Lucille (1968)
- Live & Well (1969)
- Completely Well (1969)
- Indianola Mississippi Seeds (1970)
- B.B. King in London (1971)
- L.A. Midnight (1972)
- Guess Who (1972)
- To Know You Is to Love You (1973)
- Friends (1974)
- King Size (1977)
- Midnight Believer (1978)
- Take It Home (1979)
- There Must Be a Better World Somewhere (1981)
- Love Me Tender (1982)
- Blues 'N' Jazz (1983)
- Six Silver Strings (1985)
- King of the Blues: 1989 (1988)
- There Is Always One More Time (1991)
- Blues Summit (1993)
- Lucille & Friends (1995)
- Deuces Wild (1997)
- Blues on the Bayou (1998)
- Let the Good Times Roll (1999)
- Makin' Love Is Good for You (2000)
- Riding with the King (2000, with Eric Clapton)
- A Christmas Celebration of Hope (2001)
- Reflections (2003)
- B.B. King & Friends: 80 (2005)
- One Kind Favor (2008)
Heiðurslønir og tilnevningar
[rætta | rætta wikitekst]Árini vísa til tað árið ið Grammy-virðislønin var latin fyri tónleik frá árinum fyri.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Adelt, Ulrich (2010). Blues Music in the Sixties: A Story in Black and White. Rutgers University Press. pp. 24 and 26. ISBN 978-0-8135-4750-3.
- ↑ "100 Greatest Guitarists". Rolling Stone. 2011-11-23. http://www.rollingstone.com/music/lists/100-greatest-guitarists-20111123/b-b-king-20111122. Heintað 2015-05-15.
- ↑ Komara, Edward M. Encyclopedia of the Blues, Routledge, 2006, p. 385.
- ↑ Trovato, Steve. "Three Kings of Blues". Hal Leonard. http://www.halleonard.com/product/viewproduct.do?itemid=393017. Heintað March 12, 2013.
- ↑ Leonard, Michael. "3 Kings of the Blues". Gibson. http://www2.gibson.com/News-Lifestyle/Features/en-us/3-kings-of-the-blues-1029-2012.aspx. Heintað March 12, 2013.
- ↑ "Happy Birthday to "The Velvet Bulldozer" Albert King". WCBS FM. CBS. April 25, 2011. http://wcbsfm.cbslocal.com/2011/04/25/happy-birthday-to-the-velvet-bulldozer-albert-king/. Heintað March 12, 2013.
- ↑ "Blues guitarist B.B. King dies at 89". Los Angeles Times. May 14, 2015. http://www.latimes.com/local/obituaries/la-me-blues-guitarist-bb-king-dies-20150514-story.html. Heintað May 15, 2015.
- ↑ "B.B. King Coroner's Report: No Evidence of Poisoning". Rollingstone.com. http://www.rollingstone.com/music/news/b-b-king-coroners-report-no-evidence-of-poisoning-20150714. Heintað July 15, 2015.
- ↑ Compton, Matt (22 February 2012). "President Obama Sings "Sweet Home Chicago"". The White House blog. https://www.whitehouse.gov/blog/2012/02/22/president-obama-sings-sweet-home-chicago. Heintað 2015-05-15.
- ↑ Mssawir, Elia (August 1, 2012). "Byblos Festival featured BB King among others in 2012". Demotix. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann July 3, 2015. https://web.archive.org/web/20150703133629/http://www.demotix.com/news/1417133/byblos-festival-featured-bb-king-among-others-2012#media-1417127. Heintað May 15, 2015.
- ↑ Allmusic review