Sandur
Sandur | |
Sand (danskt) | |
Bygd | |
Sandur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Sandoya sýsla |
Oyggj | Sandoy |
Kommuna | Sands kommuna |
Íbúgvar | 539 (2015)[1] |
Postnummur | FO-210 |
Markatal | 96-12-00 |
|
Sandur er onnur av teimum stóru bygdunum í Sandoynni. Sandur er ivaleyst ein av elstu bygdunum í Føroyum, hon er grundað í víkingatíðini um ár 825. Landnámsmenn, ið tóku land her, vóru norskir víkingar. Sandur er eisini størsta markatals bygd, saman við Hvalba. Á sandi er sandur við einastu mølheyggjum í Føroyum. Sandurin á Sandi er sera vælegnaður til eplavelting.
Kirkjan á Sandi er sera áhugaverd, tí har hava nógvar kirkjur staðið á sama stað, undan hesari, tann fyrsta varð bygd um ár 1100. Ungmannafelag var stovnð í 1923, og felagshús teirra varð bygt í 1953, og eitur tað Virkið. Tað er síðani umbygt og víðkað og sett í tíðarhóskandi stand.
Í 1988 vóru eini eldri sethús, Norðara Koyta, sett í stand, og hetta hús verður nú nýtt til bygdarsavn. Sands fornminnissavn eigur húsini, somuleiðis eigur felagið eisini gamla handilin á Grótteigum, ið Jóhan Mortensen á Tvøroyri læt byggja, beint eftir at fríhandilin var komin til Føroya.
Einans á Sandi eru rættiligir sandheyggjar. Teir nevnast mølheyggjar og eru friðaðir. Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum sand og plantuvøkstur, ið verður førdur á staðið við vindinum. Fyritreytin fyri, at sandheyggjar kunnu koma í, er, at nóg nógv er til av sandi, og at tey plantusløgini, ið kunnu geva lívd, eru til staðar, soleiðis at sandurin, ið leggur seg uttan um planturnar, verður bundin við teirra rótgreining. Har vaksa plantur og liva flogkykt, ið ikki eru at finna aðrastaðni í landinum.
Sagnir
[rætta | rætta wikitekst]Nógvar sagnir eru knýttar til Sand bygd, fyrst og fremst tær um Kálv Lítla og Harra Klæmint. Teir vóru báðir prestar á Sandi og tað er sanniliga ikki fyri teirra dygdir, teir eru kendir. Kálvur Lítli var prestur her í 14. øld, og hann var yvirgangskroppur og manndrápari. Harra Klæmint var prestur her í 17. øld, og hann hugsaði bert um at kráma jørð undir seg.
Úr "Færøske Folkesagn og Æventyr" hjá Jacob Jacobsen.
Áhugaverd støð í bygdini
[rætta | rætta wikitekst]- Prestagarðurin Todnes
- Kálvmannarætt og Presthólmur
- Norðara Koyta
- Sands Listasavn
- Sands kirkja
- Junkarinsfløtt
- Tingborðið í Trøðum
- Mølheyggjarnar á sandinum
- Akselsa handil
- Minnisvarðin fyri Jóannes í Króki
- Nýggja sólurið
- Sandsvatn
- Gróthúsvatn
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Heima á Sandi. Heima á Sandi er einasti stað í Føroyum, har rættiligir sandheyggjar eru.
-
Sands kirkja
-
Í Trøðum og Sandsvatn
-
Útsýni frá Inni í Dal heim í bygdina og til Sandsvatn.
-
Í Koytu, Sands Bygdarsavn
-
Sandstrondin á Sandi og mølheyggjarnir
-
Sandsvágur við mølheyggjunum, ein partur av Sandsbygd sæst eisini.
-
Sandur, myndin er tikin úr Líðini í juli 2012.
-
Sandur, juli 2012.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Sands kommuna Archived 2007-09-28 at the Wayback Machine.
- Sandoyar kunningarstova.