Lynn Anderson
Lynn Anderson (26. september 1947 – 30. juli 2015) var ein amerikanskur countrysangari. Tað er serliga ein sangur, ið verður knýttur at Lynn Anderson, nevniliga hittið við strofuni ”I beg you Pardon, I never promised you a Rose Garden” frá 1970, sum eisini var nógv at hoyra í Føroyum í sjeytiárinum og seinni.
Við ”Rose Garden” hjá Joe South, fekk Lynn Anderson ein Grammy sum besti kvinnuligi kontrisangari í 1971. Tað var táverandi maður hennara, Glenn Sutton, sum framleiddi lagið, ið gjørdist eitt heimsumfatandi hitt tað árið.
Anderson vaks upp í Sacramento í Kalifornia, men búði í Nashville í Tennessee.