iPhone 5 er nýggj fartelefon frá Apple. iPhone 5 er eitt spildur nýtt design, har tey hava gjørt hana tynri og hon hevur ein størri skerm. Við fyrsta eygnakast líkist fartelefonin iPhone 4S, men innaní er hon nýggj frá grundini og er so væl gjøgnumhugsað, at hóast hon hevur fleiri nýggjar finessur, er hon 18 % tynri og 20 % lættari enn iPhone 4S [1]. Skíggin er enn framvegis tann frálíki Retina-skíggin, sum við 326 tættpakkaðum pikslum pr tumma er blivin so klárur, at eygað sær ikki longur mun á mynd og veruleika. Litirnir eru eisini flottari við 44 % betri fyllu. Sjálvur skíggin er vaksin til 4 tummar og hevur fingið 16:9 format.

Á myndini sært tú iPhone 5.

Nýggja A6-chippið er rein rástyrki, og royndir vísa, at iPhone 5 er tvær ferðir kvikari enn iPhone 4S. Hóast telefonin í allar mátar arbeiðir skjótari, er battarítíðin enntá vorðin longri [2]. iPhone 5 hevur nýggjastu tøkni til dátaflutning (HSPA, HSPA+ og DC-HSDPA). Eisini hevur hon tráðleyst dual-band 802.11n, sum gevur eina ferð upp til 150 Mbps. Nú kanst tú eisini hava Facetime-samrøður í 720p góðsku við kamera, ið situr mitt á telefonini. iPhone 5 hevur ikki færri enn tríggjar mikrofonir, eina í botninum, eina framman og eina aftan. Við teimum sorterar telefonin sjálv millum ljóð og larm, og brúkar tú iPhone í larmandi umhvørvi, skilur telefonin óruddið frá og gevur tær bert reint ljóð.

Apple hevur eisini dagført leidningin til løðing og synkronisering av iPhone til ein 8-port connector. Hesin er sterkari og hevur sama stikk í báðum endum.

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.apple.com/pr/library/2012/09/12Apple-Introduces-iPhone-5.html
  2. http://www.apple.com/iphone/compare-iphones/
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið