Dorete Bloch

føroyskur/danskur lívfrøðingur

Dorete Bloch Danielsen, vanliga nevnd Dorete Bloch (fødd 14. juni 1943 í Rungsted í Hørsholm, Danmark, deyð 28. februar 2015 í Tórshavn) var føroyskur/danskur professari í biologi, granskari og rithøvundur.

Dorete Bloch
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. jun 1943 í/á Rungsted
Andaðist 28. feb 2015 í/á Tórshavn
Alma mater Aarhus Universitet
Starv lívfrøðingur, høvundur, zoologist
Mál Enskt mál, danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000000660106
VIAF 76413670
LCAuth n83141126

Lívsleið

rætta

Dorete var gift við Ólávus Danielsen (1927-1997), sum var matrikulstjóri. Hon tók matematisk studentsprógv í juni 1962 frá Viborg Katedralskúla. Seinni læs hon á Aarhus Universitet har hon fekk Aarhus Univeristets gullmedalju í 1969. Dorete tók náttúruvísindaligt embætisprógv í djórafrøði, við serligum atliti at vistfrøði antarfuglanna, í januar 1970 frá universitetinum í Aarhus, Danmørk, og hevur eisini undirvíst har í tíðarskeiðnum 1970-1973.

Hon hevur arbeitt á Vildtbiologisk Station í Kalø, 1970-1974 við harum. Hon tók pedagogikum í 1974, gjørdist lektari í lívfrøði frá 1. oktober 1974 á Fróðskaparsetri Føroya, adjungerað sum professari fra 2001. Hon tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum í mai 1988. Dorete var ritstjóri fyri Fróðskaparrit frá desember 1993 til 2015. Fil.dr. við universitetið í Lund, Svøríki, 16. desember í 1994 í dýravistfrøði við grindahvalum sum evni. Hon var leiðari á dýradeildini á Føroya Náttúrugripasavni frá 1. oktober 1980 og stjóri av savninum frá 15. november 1995. Hon fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1999 fyri bókina "Villini súgdjór í útnorðri".

Útgávur

rætta
  • Bloch, D., Aldenius, J. and Lindell, T. 1982. Supplementary List to K. Hansen: Vascular Plants in the Faroes. Fróðskaparrit 30: 119-121.
  • Bloch, D. and Sørensen, S. 1984. Yvirlit yvir Føroya fuglar. Fróðskaparrit 31 (1983): 36-67.
  • Bloch, D. and Sørensen, S. 1984. The autumn migration at Akraberg, Faroe Islands, 1982. Fróðskaparrit 31 (1983): 75-93.
  • Bloch, D. 1992. Studies of the long-finned pilot whale in the Faroe Islands, 1976-1986. Fróðskaparrit 38-39 (1990): 35-61.
  • Bloch, D. 1992. A note on the occurrence of land planarians in the Faroe Islands. Fróðskaparrit 38-39 (1990): 63-68.
  • Baagøe, H. and Bloch, D. 1994. Bats (Chiroptera) in the Faroe Islands. Fróðskaparrit 41 (1993): 83-88.
  • Bloch, D. and Mourier, H. 1994. Pests recorded in the Faroe Islands, 1986-1992. Fróðskaparrit 41 (1993): 69-82.
  • Desportes, G., Andersen, L.W., Aspholm, P.E., Bloch, D. and Mouritsen, R. 1994. A note about a male-only pilot whale school observed in the Faroe Islands. Fróðskaparrit 40 (1992): 31-37.
  • Desportes, G., Bloch, D., Andersen, L.W. and Mouritsen, R. 1994. The international research programme on the ecology and status of the long-finned pilot whale off the Faroe Islands: Presentation, results and references. Fróðskaparrit 40 (1992): 9-29.
  • Kaaber, S., Gjelstrup, P., Bloch, D. and Jensen, J.-K. 1994. Invasion af admiralen (Vanessa atalanta L.) og andre sommerfugle på Færøerne i 1992. Fróðskaparrit 41 (1993): 125-149.
  • Bloch, D. 1998. Long-term Fluctuations in Age and Sex Composition of Pilot Whale Schools in the Faroe Islands. Extended abstract. In: Bloch, D. and Enckell, P.H. (eds.). Proceedings from: Environmental change in North Atlantic Islands Tórshavn, Faroe Islands, 17-20 May 1998. Fróðskaparrit 46: 165-166.
  • Bloch, Dorete. 2007. Grindehvalen og Færøernes Grindefangst - HNJ's Ultimative Guide til Færøerne. H. N. Jacobsen. 64 sider, sprog: dansk. ISBN-13:9789991866024

Heiður

rætta

Keldur

rætta