Flagg Skjøldur
Land: Suðurafrika
Mál: tswana, afrikaans
sesotho og onnur.
Høvuðsstaður: Mahikeng
Størsti býur: Klerksdorp
Vídd: 104 882 km²[1]
Íbúgvar (2021): 4 122 854
fyri km²: 33/km²
Tíðarzona: UTC +2
Heimasíða: www.nwpg.gov.za

North West (setswana: Bokone Bophirima, afrikaans: Noord-wes, sesotho: Leboa-Bodikela) er ein landslutur í Suðurafrika.

Í vestri hevur North West mark við Northern Cape, í norðri við Botsvana, í ein landnyrðing við Limpopo, í eystri við Gauteng og í suðri mark við Free State.

Mahikeng er høvuðsstaður í landslutinum og størstu býir eru Klerksdorp, Rustenburg og Mahikeng. 70.4% av fólkunum tosa tswana, 9.0% afrikaans og 5.8% sesotho.

Landsluturin varð stovnaður í 1994. Partar av táverandi landslutunum Cape og Transvaal vórðu samanlagdir til tann nýggja landslutin North West.

Ávísingar úteftir

rætta

Coordinates: 27°0′0″S 26°0′0″E / 27.00000°S 26.00000°E / -27.00000; 26.00000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

rætta
  1. The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com