Martin Joensen (1953)

føroyskur tónleikari

Martin Joensen (føddur 27. august 1953 í Vestmanna) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og listamálari. Martin er útbúgvin grafikari, men er serliga vorðin kendur sum tónleikari, sangskrivari, tónasmiður og sangari. Millum ár og dag hevur hann spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, og yrkingar hansara eru givnar út á ymsum plátum, bondum og fløgum, og í 2006 savnaðar í heildarsavn. Martin var føddur í Vestmanna í 1953, og har vaks hann upp. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Hann var næstelstur av fýra systkjum. Hann tók realprógv í 1970, síðan studentsprógv úr Hoydølum í 1973. Hann er útbúgvin teknari og grafikari á Skolen for brugskunst í 1982. Martin hevur gjørt vart við seg á ymiskum listaøkjum. Hann er tónleikari, hevur skrivað sangir og yrkingar, myndskrýtt, skrivað sangleikir og gjørt løg. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var “Svarti Ravnur”, sum Kræklingar spældu inn í 1975-76. Hann hevur verið limur í tónleikabólkinum Vestmenn síðani fyrst í 1982, teir hava givið út fimm plátur.

Martin Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. aug 1953 í/á Vestmanna
Alma mater Føroya Studentaskúli og HF Skeið, Danish Design School
Starv sangari, sangskrivari, tónaskald, grafikari, yrkjari
Børn Sakaris Emil Joensen
Dátuheiti
VIAF 169957242

Yrkingin Morgun er prentað í Grønu sangbók, sum kom út í 1993. Í Grønu songbók er hann umboðaður við 36 sangum, teir flestu av hesum hevur hann eisini sjálvur gjørt lag til.

Í 1986 gav Martin Joensen út bandið „Morgun“. Bandið hevur heitið eftir hesari yrkingini, sum Martin gjørdi lag til og sjálvur syngur á bandinum.

Útgávur

rætta

Egnar tónleikaútgávur

rætta
  • Morgun, 1986
  • Skuggagestir, 1991
  • Blátt í støðum, 1993
  • Áraløg (savnsfløga), 2002
  • Á Brúnni, 2006
  • Kvøld, 2010[1]

Við Vestmonnum

rætta

Bøkur

rætta
  • Martin Joensen: Lat meg goyma teg - Tekstir, tónar og tekningar 1970 - 2006, Sprotin 2006.[3]

Yrkingar og týðingar til aðrar sangarar

rætta

Eivør Pálsdóttir

rætta

Hann hevur yrkt sangir til eitt nú Eivør Pálsdóttir:

Hallur Joensen

rætta

Martin Joensen hevur yrkt og umsett fleiri sangir, sum Hallur Joensen syngur:

  • "Kyss ein eingil hvønn morgun" (umsett)
  • "Eingin annar" (yrkt),
  • "Enn stendur hurð mín opin" (yrkt saman við Jákup Zachariassen),
  • "Her í bygdini" (umsett, upprunaheitið: In a Town This Size),
  • "Nú kanst tú hava tað so gott" (yrkt),
  • "Gyltu Ljósakrúnurnar" (umsett, upprunaheitið: Crystal Chandeliers)
  • "Tá eg komi fram"

Linda Andrews

rætta
  • Kavajól (Let it snow) - Martin Joensen hevur umyrkt sangin. Orð: Sammy Cahn / Lag: Jule Styne.
  • Jól eru í hondum (happy xmas/war is over) Martin Joensen hevur umsett eftir John Lennon

Gunnar Justinussen

rætta
  • Lívið er ov stutt til klandur - Føroyskaður/umyrktur eftir “We Believe in Happy Endings” eftir Bob McDill.
  • Enn eina ferð - Orð: Martin Joensen, 2008 / Lag: Jákup Zachariasen
  • Luossabiddarin (Omkring tiggarn från Luossa) Martin Joensen umsetti, Dan Andersson yrkti

Familja

rætta

Foreldrini vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Martin vaks upp í Heygatúni, hann er næstelstur av 4 systkjum.[4] Sonur Martin, Sakaris Emil Joensen, er eisini tónleikari.

Keldur

rætta
  1. Martinjoensen.wordpress.com
  2. Rateyourmusic.com
  3. Sprotin.fo, Lat meg goyma teg (pappírsbók)[deyð leinkja]
  4. "Martinjoensen.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-02-28. https://web.archive.org/web/20160228052930/http://www.martinjoensen.com/bio.html. Heintað 2014-01-23. 

Slóðir

rætta